Naddoddur bátadag leygardagin

Árligi bátadagurin, sum bátafelagið Naddoddur skipar fyri, verður leygardagin 7/8.

Bátarnir møtast á fjørðinum kl 14:00, boð verða givin seinni hvar bátarnir møtast, alt eftir hvussu hann verður ættaður.

Silgt verður síðan til brúnna hjá Naddoddi, har tikið verður ímóti, uml kl 15:00.

Krabbakapping verður fyri børnini.

Bátafelagið bjóðar kaffi á brúnni.

Orsakað av støðuni við Korona, verður alt tiltakið uttandura, og eitt sindur avmarkað í mun til onnur ár.

Facebook viðmerkingar