Tríggir dagar við glaðum børnum og ungdómum í hondbóltsdysti í framúr umstøðum í Marghøllini til Faroe Islands Handball Cup 2021 er nú at enda komnir.
Eftir 204 dystir og 67 tímar við hondbólti endaði kappingin við plaserings- og finaludystum millum tey 60 liðini. Faroe Islands Handball Cup 2021 endaði við strálandi vinnarum og skuffaðum taparum, men øll tó ríkaði við góðum upplivingum og minnum frá Faroe Islands Handball Cup 2021.
Stóra hondbóltskappingin hevur merkt býin og nærumhvørvið síðan á middegi sunnudagin og ónskvøldið gekk leiðin hjá teimum seinastu liðunum norður um Suðuroyarfjørð.
Vit fyriskiparar takka øllum luttakarum, øllum hjálparfólkum, høvuðsstuðlinum Suðuroyar Sparikassa og øllum øðrum stuðlum.
Fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2022 eru longu farnar ígongd og í næstum verður greitt hvørjar dagar kappingin verður í 2022.
Takk fyri øll somul 😊
Fleiri myndir eru á www.handballcup.fo og á facebook síðuni Faroe Islands Handball Cup.
Facebook viðmerkingar