“Eg fái meg illa at trúgva, at kommunurnar halda tað vera í lagi, at SEV ikki kann bjóða uppá komandi vindorku ? Ei heldur, at tær halda tað vera í lagi at petta SEV sundur fyri síðan at gera nýggj kommunal feløg ?
Elveitingin er av so stórum, og grundleggjandi, týdningi fyri hvørt einasta menniskja, vinnulív og samfelagið alt, at hon má vera i tryggum kommunalum/almennum hondum. Tað er ein grundleggjandi samhaldsføst skipan í dag, sum er okkara alra, og sum tryggja øllum streym, sama hvar vit búgva, og fyri sama prís.
Tí havi eg sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um málið. Spurningarnir eru í leinkjuni niðanfyri.
https://www.logting.fo/documents/48264
Facebook viðmerkingar