50-60 bilar stóðu eftir á Krambatanga

Avbjóðingarnar við kapasitetinum á Suðuroyarleiðini eru seinastu árini vorðnir alsamt sjónligari. Og í kvøld stóðu aftur nógvir bilar eftir á Krambatanga, tá Smyril loysti.

Ferðslan um Suðuroyarfjørð økist í hvørjum, bæði tá umræður flutning av farmi og ferðafólkum.

Hetta ávirkar bæði møguleikarnar at halda ferðaætlanina teir dagar nógvur farmur er – og so er tað vorðið alsamt vanligari at bilar standa eftir á keiini.

Í vikuskiftinum hava fleiri tiltøk verið í Suðuroynni, og í dag hava eisini verið fleiri fótbóltsdystir í oynni. Nógv fólk eru av somu orsøk komin suður til vikuskiftið, og nú tey ætlaðu norður aftur, stóðu 50-60 bilar eftir.

Facebook viðmerkingar