Norsk innrás á Tvøroyri

Seinastu dagarnir hevur tað verið ein sonn innrás av norskum pelagiskum skipum á Trongisvágsfirði.

Tilsamans 8 norsk skip hava seinastu dagarnir landað á Varðanum Pelagic.

Norski skipini skulu bjóða makrelin út á uppboðssølu á Sildelaget í Norra. Og har hevur Varðin Pelagic havt besta prís og av somu orsøk hava norsku skipini landað á Tvøroyri.

Skoytast kann uppí, at norska skipið Hardaus er nýggjasta skipið sum hevur landað á Tvøroyri. Hardaus fór fyrsta túrin á jóansøku í ár.

Myndirnar tók Rúni Thomsen.

Facebook viðmerkingar