Betri Banki hevur havt tilgongd av nýggjum privat-og vinnukundum seinastu árini og góða gongdin heldur fram í 2021. Bankin hevur aftur í ár økt síni útlán til privat-og vinnukundar. Samstundis er eftirspurningurin eftir at gera íløgur í virðisbrøv søguliga høgur.
Tað er gleðiligt at síggja,at bankin hevur tilgongd um alt landið innan allar kundarbólkar, bæði privat og vinnu, ungumsum eldri, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Bankin hevur seinastu árini sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at tálma útreiðslum. Lutfalsliga lækkandi útreiðslur, saman við inntøkum frá nógvum nýggjum kundum ger, at úrslitið fyri fyrrahálvár 2021 er gott.
Tað er framvegis ókeypis at hava kontu í Betri Banka. Tað eru ongar ætlanir um at rokna negativa rentu av pensiónsuppsparingum, og markið á 400.000 krónum, fyri nær bankin roknar negativa rentu hjá privatkundum, er ikki broytt.
Vit fegnast um, at tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging í Betri Banka. At hetta er eydnast, samstundis sum bankin hevur ein nøktandi rakstur og kapitalviðurskifti, stendst av dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum, tilgongd av nýggjum kundum, og afturhald í útreiðslum, saman við einum samtakið, sum hevur víst bankanum neyðuga álitið at fáa styrkt kapitalgrundarlagið, við ikki at krevja stórvegis vinningsbýti úr bankanum, fyrr enn komandi framtíðar kapitalkrøv eru lokin, sigur Jean Djurhuus, forstjóri.
Stjórnin er samanumtikið væl nøgd við úrslitið fyri fyrrahálvár 2021 og væntar, at úrslitið fyri alt 2021 verður betri enn upprunaliga mett.
– Úrslit fyri skatt: 81,3 mio. krónur
– Útlán: 6,7 mia. krónur
– Innlán: 8,3 mia. krónur
– Kjarnukapitalprocent: 28,8%
Facebook viðmerkingar