Løgtingið letur lóggávuvald og rættindi av landinum til frama fyri útlendskar spekulantar

Tjóðveldi legði í 2020 uppskot fyri Løgtingið um at forða fyri, at bústaðir og fastogn í landinum kunnu keypast og enda á útlendskum hondum. Tað var felt, hóast tey flestu søgdu seg taka undir við tí.

Síðani kom samgongan sjálv við einum uppskoti. Og Tjóðveldi og andstøðuflokkarnir hava gjørt alt fyri at finna semju, so at hetta málið kundi enda við eini breiðari loysn, sum meginparturin av fólkinum í Føroyum taka undir við.

Men í dag hevur samgongumeirilutin samtykt, at Løgtingið hevur onga heimild at gera lógir, sum tryggja, at útlendingar ikki kunnu keypa bústaðir og fastogn upp í Føroyum.

Sambært samgonguni, so kann Løgtingið ikki gera mun á føroyingum og donskum ríkisborgarum í føroyskari lóggávu. Tí sigur samgongan, at tað skal verða frítt at keypa upp ognir í Føroyum hjá donskum ríkisborgarum, sum hava búð tilsamans fimm ár í Danmark ella í Grønlandi.

Tey vísa til, at heimastýrislógin forðar løgtinginum at gera mun á rættindum hjá føroyingum og donskum ríkisborgarum. Hetta uppáhald verður staðiliga afturvíst av andstøðuni og av løgfrøðingum í Føroyum við góðum innliti í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Við hesi samtykt, fer samgongan so langt, at hon undirgrevur lóggávuvaldið hjá Løgtinginum og rættindi hjá fólkinum, sum ættarlið hava stríðst fyri at vinna okkum.

Við hesi tulking hjá samgonguni, so hevði heldur ikki verið gjørligt hjá Løgtinginum at gera lóggávu um, hvør kann reka vinnu ella til dømis hava atgongd til fiskirættindi í Føroyum.

At Fólkaflokkurin gongur undan við at undirgrava lóggávuvaldið hjá Løgtinginum til frama fyri útlendskar spekulantar, man vera met í at vera meira sambandskur enn sjálvur sambandsflokkurin.

Av óskiljandi orsøkum valdi samgongan at halda fast við at leggja seg undir sambandskar tulkingar av rættindum hjá føroyingum og hjá Løgtinginum. Undir triðju viðgerð royndi andstøðan aftur við einum broytingaruppskoti, sum varð felt. Eisini varð roynt at fáa málið aftur í nevnd, so semja kundi finnast. Tað varð somuleiðis felt.

Samgongan roynir at verja seg við, at allur bati bøtur, og at nú eru hóast alt avmarkingar gjørdar. Men framvegis kunnu útlendskir spekulantar, ið hava búð í Danmark í fimm ár tilsamans, keypa alt upp, sum tey vilja í Føroyum. Og vit mugu spyrja hví samgongan vil halda fast um hetta?

Samstundis hava tey tikið undir við, at undirgrava lóggávuvaldið hjá Løgtinginum og at flyta lóggávuvald og rættindi hjá okkum av landinum. Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri framtíðina.

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar