53.613 fólk búðu í Føroyum 1. november í ár

Fólkatalið er vaksið við 810 samanborið við somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 1,5%. Meira enn helvtin av vøkstrinum er í Streymoynni.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á 542.

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í oyggjunum 1. nov í 2020 og 2021.
Fólkatalið vaks mest í Streymoynni og Eysturoynni við ávikavist 1,8% og 1,9%. Samanlagt svarar tað til 84% av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. 

Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8% seinasta árið.

Facebook viðmerkingar