Fólkatalið í Suðuroynni kvinkar spakuliga uppeftir og búðu tað í 1. november í ár 27 fólk fleiri í Suðuroynni, enn tað gjørdu 1. november í 2020 – frá 4.655 fólkum í nov. 2020 upp í 4682 í nov. 2021.
Men tað er ymisk hvussu gongdin er í kommununum í oynni.
Eftir eitt tíðarskeið við minkandi fólkatalið seinastu fimm árini veksur fólkatalið í Hvalbiar kommunu aftur og nærkast aftur 700 fólkum. Í november 2021 búðu 679 fólk í Hvalbiar kommunu, 10 fleiri enn í november í 2020.
Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er vaksið støðugt síðan ársskiftið 2019/2020 og er nú eisini munandi hægri enn á heystið 2018, tá fólkatalið varð farið niðurum 1.600. Í november 2021 búðu 1.767 fólk í Tvøroyrar kommunu, 22 fleiri enn í november í 2020.
Fólkatalið í Fámjin kommunu minkaði nakað frá 2013 fram til 2018. Eftir hetta er fólkatalið stabilserað við umleið 85 fólk. Í november 2021 búðu 84 fólk í Fámjins kommunu, 4 færri enn í november 2020.
Fólkatalið í Hovs kommunu er nú aftur komið upp á 100, eftir at fólkatalið í eini tvey ár hevur verið lægri enn 100. Fólkatalið í Hovs kommunu minkaði annars frá 120 í 2015 niður í 97 í 2017, og har áleið hevur tað ligið seinastu árini. Í november 2021 búðu 100 fólk í Hovs kommunu, sum eru 5 fleiri enn í november 2020.
Fólkatalið í Porkeris kommunu er síðani 2016 vaksið úr umleið 290 fólkum upp í 325 fólk í summar og er síðani minkað eitt vet. Í november í 2021 búðu 318 fólk í Porkeris kommunu , sum eru 2 fleiri enn í november 2020.
Í tíðarskeiðinum frá 2013 fram til ársskiftið 2020/2021 vaks fólkatalið í Vágs kommunu úr umleið 1.300 fólkum upp í 1.390 fólk, men er síðani minkað eitt vet aftur. Í november í 2021 búðu 1.378 fólk í Vágs kommunu, sum er 11 færri enn tað búðu í november 2020.
Fólkatalið í Sumbiar kommunu vaks í tíðarskeiðinum frá heystinum 2015 til ársskiftið 2018/2019 úr umleið 340 fólkum upp í 365 fólk, men minkað eitt vet eftir tað og var um ársskiftið 2020/2021 komið niður á 340 fólk. Síðani er fólkatalið vaksið eitt sindur aftur, soleiðis at tað í november 2021 búðu 356 fólk í Sumbiar kommunu, 3 fleiri enn í november 2020, tá tað búðu 353 fólk í Sumbiar kommunu.
Facebook viðmerkingar