Ynskitræið í Miðlatúni

Í Miðlatúni hevur eitt ynskitræ staði í november og desember. Ynskitræið er brúkt til at hjálpa børnum í Suðuroynni, har fólk hava sent ynskir til Loyniliga nissuvinin. Nissivinurin hevur so latið ynskini (dulnevnt) víðari til Miðlatún. Í alt komu 33 ynskir inn, tá freistin fót. Hesir ynskir eru blivin hongd í eitt jólahjarta á ynskitræið so hvørt, og fólk hava tikið ynskini av trænum og keypt jólagávurnar. Fleiri av hesum hava longu avlevera gávurnar og tær eru farnar til Loyniliga nissuvinin, og klárar at gleða børn í Suðuroy.
Nú nærkast freistin, sum er 16. desember, til at lata gávurnar inn. Tey sum ikki hava avlevera jólagávuna enn verða biðin um at lata gávuna inn til Miðlatún áðrenn fríggjadagin.

Í morgun 13. desember eru bert sjey jólahjørtu eftir á ynskitrænum. So um onkur ynskir at gleða eitt barn á jólum, so eru viðkomandi vælkomin inn í Miðlatún.

Facebook viðmerkingar