Eldradagur í Vági

Týsdagin 5. apríl verður eldradagur í Vági. Tað er Vágs Kommuna sum skipar fyri degnum, og dagurin er fyri borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri.

Eldradagurin verður í Garðslon og byrjar klokkan 11.00 við brunsj. Aftaná bjóða borgarstjórin og formaðurin í sosialunevnd vælkomin og greiða frá reingerðartænastuni til borgarar, sum eru 67 ár og eldri.

Á eldradegnum verða framløgur frá Reyða Krossi um vitjanartænastuna, frá Almannaverkinum um arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá pensionistum, og frá Bú- og heimatænastuni um venjingartilboð. Sangkórið Orðið á Borðið luttekur á degnum við sangi.

Dagurin endar kl. 14.00.

Um borgari ynskir flutning til og frá Garðslon, í samband við eldradagin, so kunna viðkomandi venda seg til Miðlatún á telefon 23 93 90.

Facebook viðmerkingar