Vit sóknast eftir maskinmeistara við hesum førleikum:
· Vinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi, STCW-reg. III/3
· Prógv í eldsløkking og sløkkileiðslu
· Heilsuprógv & Trygdarskeið
“Vesthav” er brunnbátur, sum fyri tað mesta siglir við tøkufiski til kryvjivirkið í Vági. Sum maskinmeistari umborð á “Vesthav” gerst tú partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.
Vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og royndir frá rakstri av brunnbáti. Tú ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Vit bjóða
Talan er um áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um starv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum avvarandi fakfelag og Maskinmeistarafelagið.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 11. apríl 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).
Facebook viðmerkingar