P/F Tangavirkið søkir handils- og goymslufólk at starvast fulla tíð. Vit ynskja at seta starvi sum skjótast ella í seinasta lagi 1 mei 2022.
Vit vænta, at :
- Tú hevur handils- og/ella søluroyndir fra t.d. HVS ella líknandi handilsarbeiðið ella at tú ert handverkari.
- Tú hevur stóran áhuga í sølu, handverki og tøkni.
- Tú hevur góðan teldukunnleika.
- Tú ert ágrýtin og uppsøkjandi í mun til at menna okkara vøru úrval/sølu, og hevur stóran áhuga í, at læra okkara breiða vøruúrval at kenna.
- Tú ert sølu- og tænastu sinnaður, fleksibul, hevur gott yvirblikk, er nærlagdur, íðin og setur kundan í fremstu røð.
- Tú ert sjálvstøðugur, fyrikomandi, ruddiligur og dámar at hava nógv at gera.
- Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd, tá tú til tíðir verður einsamallur í handlinum/goymsluni.
Vit bjóða tær :
- Eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.
- At gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og eini vælvirkandi fyritøku.
- Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara.
- Eitt starv í einum vælvitjaðum handli, har tú hevur ávirkan á, at skapa ein góðan handil við einum breiðum vøru úrvali.
Løn og treytir :
- Løn og setanartreytir verða ásettar eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mortan Mortensen, stjóra, tlf 231065.
Umsóknarfreist er mikudagin 13/4-2022 kl. 12.00. Umsóknin skal stílast til mortan@tangavirkid.fo, vinaliga viðmerk “Handilsfólk”.
Um P/F Tangavirkið
Fyritøkan varð stovnað í 1932, og hevur øll árini hildið til á Bryggjuni í Vági. Í løtuni arbeiða 15 starvsfólk í fyritøkuni, harav 3 í handli/fyrisiting, og 12 dugnaligir handverkarar/arbeiðsfólk/lærlingar, sum leggja stóran dent á dygdargott handverk. Vit framleiða oljutangar, seta upp jarðhitaskipanir, gera nógva ymsa framleiðslu innan stálídna, og útinna HVS arbeiði fyri fyritøkur, kommunur og privatfólk. Vit hava eina vælútgjørda smiðju, og ein framkomnan handil við sera breiðum vøruúrvali.
Facebook viðmerkingar