Suðuroyar Sjavsfelag stuðul-sjavskapping til frama fyri flóttum úr Ukraina

Tað er leygardagin at Suðuroyar Sjavsfelag skipar fyri stuðuls-sjavskapping til frama fyri flóttum úr Ukraina.

Sjavskappingin verður í VB-húsinum leygardagin 26. mars og byrjað verður kl. 18.30. Tilmelding fer fram nú tórskvøldið, tá vanliga sjavskappingin er í VB-húsinum ella við at ringja til Páll Lervig (tlf. 254931) áðrenn fríggjakvøldið kl. 21.00, sum er seinasta freist fyri tiltmelding.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 100 kr. fyri hvønn sjavsspælara, íroknað er luttøkugjald og kaka/the og kaffi. Suppa v/flutes fæst til keyps, kostnaður 30,00kr. Lutaseðlar verða eisini seldir.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar