Í gjárkvøldið var peningurin, sum skúlabørn og børn í dagrøktini hava samlað inn til Ukraina, handaður umboðum fyri Reyða Krossi.
Tiltakið var í skúlanum í Porkeri, har nógv fólk var samankomið. Næmingarnir handaðu Bodil Finnsson og Barbaru Vestergaard – umboðum fyri Reyða Krossi – kekkin áljóðandi kr. 34.700. Síðan sungu næmingarnir sangin “Tað kundi veri eg” og tveir aðrar sangir.
Tiltakið endaði við einum drekkamunni og høvið var at siggja tað, sum næmingarnir høvdu gjørt evnisdagarnar um Ukraina.
Reyði Krossur letur heilsa og takkar hjartaliga øllum sum stuðlaðu á einhvønn hátt!
Facebook viðmerkingar