Frá ADHD felagnum
Tað er í góðum samstarvi við Vágs Kommunu, at tað ber til at halda ADHD Rundferðina í Suðuroy. Tiltakið verður í VB-húsinum, og er ætlað fólk við ADHD/ADD, avvarandi og fakfólk fáa nógv burturúr.
Framløgurnar á tiltakinum lýsa ADHD/ADD frá ymsum vinklum – tað er vaksin við ADHD/ADD og børn við ADHD/ADD.
- Erhard fer greiða frá, hvussu tað var at fáa staðfest ADHD tá hann var fyrst í 50’unum. Um lívið sum ódiagnosteraður og aftanná, og um, hvussu hann í dag við viðgerð, tilviti og strategium livir eitt sera gott og aktivt lív við ADHD.
- Bjørg Dam er foreldur og greiður frá tá sonurin, sum 9 ára gamal fekk staðfest ADHD. Um frustratiónirnar áðrenn og hetta við at ikki kenna seg at røkka til sum mamma, tá vanlig uppdragilsi ikki riggar. Hon kemur inná, hvussu týdningarmikið tað er, at foreldrini verða møtt og rúmaði, og at tey fáa undirvísing í ADHD, sernámsfrøði og læra at brúka ADHD amboðini. Foreldrini eru týdningarmiklasta ressursan hjá barninum, og tí skula tey stuðlast og hjálpast, at hjálpa barninum.
- Julia Feilberg Zachariasen er sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur í nógv ár arbeitt við børnum og vaksnum í psykiatriini. Hon greiðir frá, hvat liggur aftanfyri einum ADHD/ADD’i, og hvørjar avbjóðingar vaksin hava og hvørji tekinini eru. Hon kemur eisini inn á heilivágsvigerð og psykoedukation, sum m.a. er, at læra seg at liva við ADHD/ADD’num.
- Sissal Jørgensen er sálarfrøðingur og starvast í Barnapsykiatriini. Hon kemur at tosa um, hvat ADHD/ADD er, og hvørji eyðkennir børn við ADHD/ADD hava. Um tað, at fáa diagnosu og viðgerð. Eisini kemur hon inn á, hvussu foreldur, námsfrøðingar og lærarar kunna hjálpa barninum at fáa ein nógv betri gerandisdag, og sostatt læra at liva eitt gott lív við sínum ADHD/ADD’ið.
Tiltakið verður í VB-húsinum fríggjadagin 8. apríl kl. 17:30 til 20:15 og er alment og ókeypis. Skráin kann takast niður her.
Facebook viðmerkingar