Í páskafrítíðini verður høvi hjá almenninginum at vitja søvnini í Suðuroynni. Ónsdagin 13. og leygardagin 16. apríl fara søvnini í Suðuroynni at hava opið, soleiðis at tað er gjørligt hjá øllum at fara á savns-maraton runt alla oynna.
Søvnini, ið luttaka eru hesi:
- Gallarí Oyggin
- Hvalbiar bygda- og kolasavn
- Porkeris bygdasavn
- Ruth Smith savnið
- Savnið á Gørðunum
- Savnið á Mýri
- Sluppsavnið
- Sumbiar sóknar bygdasavn
- Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn
Flestu av søvnunum hava eitt atgongugjald á áleið 50 kr., sum verður goldið kontant.
Umframt at søvnini hava opið, verða kirkjurnar í Fámjin og Vági eisini opnar í hesum tíðarbilinum. Í Fámjins kirkju er høvi at síggja fyrsta føroyska flaggið, Merkið.
Nærri kunning um søvnini kann lesast í savnsfaldaranum hjá Visit Suðuroy, ið er at fáa í Miðlatúni í Vági og á Kunningarstovuni á Tvøroyri. Faldarin kann eisini lesast talgilt her.
Facebook viðmerkingar