Dopplers á konsertferð í Føroyum

Danski sangbólkurin Dopplers er myndaður av otta sangarum, harav ein teirra er tvørakvinnan Tóra Vestergaard.

Dopplers bjóðar tí siðbundnu uppfatanini av eini konsert-situatión av, og ger hetta við fokus á framførðslur við hugkveikjandi koreografi, nýskapan og samskifti við áhoyraran.
Repertoire´ið er fjølbroytt og fevnir um fólkatónleik, pop, upprunatónleik og klassiskan tónleik, har arbeitt verður við at samantvinna hesar tónleikagreinar á teirra konsertum. 

Á heystið 2021 útgav Dopplers fløguna NORD við originalum tilfari komponerað av limunum og egnum útsetingum av norðurlendskum tónleiki. Tekstirnir á útgávuni eru á teimum norðurlendsku málunum: føroyskum, donskum, svenskum og norskum. 

Konsertin verður ein live-framførðsla av fløguni NORD, har føroyingar kunnu kenna seg aftur bæði í mýtum og kendum føroyskum fólkatónleiki.  

Umframt konsertina í SALT vitjar Dopplers eisini í Spinnarínum í Klaksvík 4.apríl og í Hátún í Tórshavnar Musikkskúla 6.apríl

Atgongumerki fæst á:  www.atgongumerki.fo

Facebook viðmerkingar