Stuðulskappingin hjá Suðuroyar Sjavsfelag gav 20.000 kr. til ukrainsku flóttarnir

Suðuroyar Sjavsfelag skipaði herfyri fyri einari stuðulskapping til frama fyri ukrainsku flóttunum, sum eru komnir til Suðuroynna.

17 pør vóru til kappingina, sum Jonhard Gleðisheygg og Páll Lervig vunnu. Petur Midjord og Helgi Bech blivu nr. 2. Nr. 3 gjørdu Elna Poulsen og Sámal Poulsen, meðan Magni Augustinussen og John Nilssen gjørdist nr. 4. Øll fýra pørini vunnu góðar mat-vinningar og fingu eisini steyp.

Greinin heldur áfram undir myndini

Undir kappingini var ein lítil steðgur, tá Suðuroyar Sjavsfelag handaði Anitu Vibergsdóttir ein kekk áljóðandi 20.000 kr. til ukrainsku flóttarnir, sum eru komnir til Føroyar. Anita takkaði í røðu sjavsarunum fyri flottu gávuna frá Suðuroyar Sjavsfelag til ukrainsku flóttarfólkini.

Facebook viðmerkingar