Dagføring: Vegna toku, so verður túrurin niðan á Rávuna útsettur. Lýst verður tá túrurin verður fyriskipaður aftur. Haldið okkum til góðar.
Leygardagin 16. apríl kl. 10.30 verður skipað fyri gongutúrurin við ferðaleiðara. Tað er Visit Suðuroy, sum skipar fyri túrinum.
Gingið verður niðan Rútafelsbrekkuna og framvið Rútafelsgjógv og Tindagjógv og framvið røðini. Á túrinum kann man njóta avbera flotta útsýnið av vestursíðuni av Suðuroynni. Túrurin tekur umleið 2-3 tímar og er miðal tungur.
Túrurin er ókeypis og byrjað verður stundisliga við Verkstaðin inni á Bakka á Eggjavegi 2 í Vági. Ferðaleiðari er Jens Petur Brattalíð.
Facebook viðmerkingar