Felags kvinnuliðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn í Betrideildini var í dag í Havn, har HB tók ímóti í Gundadali.
Við einum sera ungum liðið var undan dystinum greitt, at talan fór at verða um eina trupla uppgávu.
Hóast talan gjørdist um stór tap, 0-11, so gekk fyrri hálvleikur væl og hálvleiksstøðan var 0-3 til HB.
Royndu HB-kvinnurnar vístu í seinna hálvleiki hvør munurin er á einum liðið við einum leikarahópi við eldri og yngri leikarum, har nógvar hava spælt í bestu kvinnudeildini í fleiri ár – og einum sera ungum liði, sum á fyrsta sinni spælir í bestu kvinnudeildini. Í seinna hálvleiki vóru 8 leikarar hjá okkum í U16 aldri á vøllinum, men hóast tap, so mennast tær eisini av at spæla ímóti besti kvinnuliðunum í landinum.
Næsti dystur hjá felags kvinnuliðnum í Betrideildini verður sunnudagin 24. apríl ímóti B36 á Eiðinum í Vági.
Facebook viðmerkingar