Útvið 400 næmingar og lærarar úr 5. flokkum kring alt landið hava í dag verið í Marghøllini í Vági til Skúlafótbólt.
Kappingin gekk framúr væl og teir umleið 100 dystirnar vórðu avgreiddi eftir 4½ tímum. Eftir fótbólt brúktu fleiri enn 200 børn og vaksin møguleikan at fara í Páls Høll at svimja, áðrenn leiðin hjá teimum flestu gekk á Krambatanga og norður við Smyrli.
Fyrstu vinnararnir av Skúlafótbólti 2021/2022 vóru eisini funnir í dag.
Hjá dreingjunum vunnu Vágbingar úr Vágs Skúla á Eiði úr Eiðis Skúla.
Hjá gentunum vunnu Nonnurnar úr Sankta Frans Skúla á Hugnaliðið úr Skúlanum við Løgmannabreyt.
Hjá blandaðum liðum vann Skemtiliðið úr Skúlanum við Løgmannabreyt á Blandað Bomm úr Skúlanum í Eysturkommunu.
Næsta umfar í Skúlafótbólti verður tórsdagin 28. apríl, tá 6. flokkar koma til Vágs at spæla.
Fleiri myndir eru á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo
Facebook viðmerkingar