Nýggj rúsdrekkatilmæli frá Fólkaheilsuráðnum
Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein av teimum stóru vandunum fyri fólkaheilsuna, og í Føroyum drekka 10-15% ov nógv sambært kanning hjá Fólkaheiluráðnum frá 2019. Hjá teimum 18-24 ára gomlu drekka umleið 20% ov nógv. Eisini vísa føroysku ESPAD-kanningarúrslitini, at triði hvør av teimum 15 ára gomlu meta, at alkohol er lætt at fáa fatur á, umframt at 20% hava roynt alkohol, tá tey eru 13 ár ella yngri og 80%, tá tey eru um 15 ára aldur. Eisini vísir kanningin, at góð 40% hava drukkið alkohol seinasta mánaðin, og góð 15% hava verið full seinasta mánaðin.
Sambært donsku heilsumynduleikunum er rúsdrekka beinleiðis ella viðvirkandi orsøk til umleið 3000 árlig deyðsføll, ella 6% av øllum deyðføllum. Hetta verður mett at svara til 25-30 deyðsføll í Føroyum árliga. Eisini hongur ovurnýtsla av rúsdrekka tætt saman við fleiri krabbameinssjúkum, hjartasjúkum, evnisskiftissjúkum og sjúkum í nervaskipanini. Rúsdrekka er eisini ofta orsøk til, at fólk koma út fyri skaða, umframt at sosialu avleiðingarnar av ov nógvum rusdrekka er stórir. Kanningar vísa eisini, at skaðarnir av rúsdrekka á børn og ung eru stórir, og at jú fyrr ung byrja at drekka, jú størri eru sannlíkindini fyri, at hesi sum vaksin fáa trupulleikar av rúsdrekka. Tí eiga hesir bólkar serstakliga at vera vardir ímóti rúsdrekka.
Fólkaheilsuráðið broytir nú gomlutilmælini. Hetta verður gjørt í tráð við nýggja gransking, sum vísir at rúsdrekka sær út til at kunnu gera skaða í minni nøgdum, enn fyrr mett, umframt at kynsmunirnir ikki eru so stórir, tá talan er um hóvliga nýtslu av rúsdrekka. Eisini hevur samband verið við hini Norðanlondini, sum seinastu árini eisini hava hert tilmælini ímun til rúsdrekka
Nýggju tilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum eru hesi:
Aðaltilmæli er:
Drekk minst møguligt, tí at eingin alkoholnýtsla er heilt vandaleys fyri heilsuna.
Undirtilmælini eru:
Børn og ung yngri enn 18 ár eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.
Kvinnur, sum eru við barn, ella royna at gerast við barn eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.
Kvinnur, sum geva bróst eiga at nýta alkohol varliga.
Um valt verður at drekka rúsdrekka, so verður mælt vaksnum (eldri enn 18 ár) til at drekka eftir 10-4 regluni. Tvs. at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka meira enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki meira enn 4 eindir sama dag.
Kanningar vísa, at váðin fyri deyðiligari sjúku av rúsdrekkaávum er lágur fyri bæði kyn, um drukkið verður minni enn 10 eindir um vikuna. Um drukkið verður meira enn 10 eindir eru kvinnur í størri vanda enn menninir.
Ítøkulig tilmæli
- At rúsdrekkasølan verður framtíðartryggjað
- At alkohol verður skattað eftir alkoholinnihaldinum (vol%)
- At tollfría sølan av alkoholi við landamørkini verður steðga
- At eftirlitið við rúsdrekkalógini verður styrkt (t.d. at tey <18 ár ikki selja ella servera rúsdrekka í matstovuvinnuni)
- At fyribyrgjandi arbeiði í skúlunum verður styrkt og samskipað betur – herundir kunning til foreldur, um ikki at keypa alkohol til børn
- At arbeitt verður fyribyrgjandi í frítíðarfelagsskapum
- At sálarheilsan verður styrkt, serliga hjá ungum borgarum
- At arbeitt verður meira samskipandi fyri at fleiri borgarar gerast partar av sosialt sunnum felagsskapum
- At tryggjað verður, at allir borgarar (serstakliga børn og ung) fáa javnbjóðis møguleika at taka lut í sunnum sosialum felagsskapum innan ítrótt, tónleik, list, handverk, náttúru- og andalig lív.
Leinkja til heimasíðuna: https://www.folkaheilsa.fo/ti%C3%B0indi/nyggj-rusdrekkatilmaeli-fra-folkaheilsura%C3%B0num
Facebook viðmerkingar