Kvinnurnar í Betrideildini á heimavølli og annar fótbóltur um vikuskiftið

Um vikuskiftið eru dystir á skránni hjá bæði felagsliðinum í Betrideildini hjá kvinnum og hjá FC Suðuroy, hjá TB og hjá Royn.

Sunnudag tekur felags kvinnuliðið í Betrideildini ímóti B36 á Eiðinum í Vági. Tann dysturin byrjar kl. 14.30.

Leygardagin eru tveir dystir á Eiðinum í Vági
Kl. 13.30 FC Suðuroy – EB/Streymur, 2. deild
Kl. 15.30 FC Suðuroy – NSÍa, 3 deild

Í Gøtu verður 1. deildardystur ímillum Víking og TB kl. 15.00.
Í Havn spælir 3. deildarliðið hjá Royn ímóti HB kl. 13.45.

Facebook viðmerkingar