Fríggjadagin 20. Mai skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu, sum verður hildin annaðhvørt ár. Í 2020 var hon tó avlýst í síðstu løtu vegna korona, men nú er hon aftur og hon verður størri enn nakrantíð. Eins og undanfarin ár verða stór tjøld sett upp nordanfyri bygningarnar í Hoyvík.
Ikki færri enn 44 veitarar verða umboðaðir í ár, og tað er tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur bjóða fakfólki í byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu og annað.
Nógv serstøk messutilboð eru. Vanligt er at vitjunartalið hevur verið upp í móti 2000 fólkum. Eins og undanfarin ár, bjóða vit bæði mat og drekka.
Nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar verða at síggja á teimum, í ár, 1192 fermetrunum sum verða karmar um messuna í ár. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.
Handverkaramessan verður sett av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, fríggjadagin 20. Mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 20.
Bygma Balslev
Facebook viðmerkingar