Veiða eftir grindahvali hevur verið ein umstrídd siðvenja og orsøk til altjóða atfinningar at føroyingum síðan tey fyrstu átøkini fyri at steðga grindadrápi vórðu sett í verk í 1985. Framferð og kjakevni kring grindahvalaveiðuna hava at kalla verið óbroytt síðani.
Spurningurin um grindadráp verður viðgjørdur í nýggju bókini Local Measures to Global Pressure – The Anti-Whaling Campaign in the Faroe Islands, sumArnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hevur skrivað.
Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið fyri altjóða átøkunum fyri at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.
Høvundurin vísir á, at høvuðsósemjan, sum liggur til grund fyri stríðnum millum partarnar, snýr seg grundleggjandi um samanstoyt av ymiskum tilverufatanum um, hvussu menniskju eiga at samvirka við teirra umhvørvi og tilfeingi.
Bókin er ein gjøllig vísindalig, uttanveltað og lættlisin viðgerð av grundgevingunum hjá pørtunum í kjakinum og skilvísunum í grundgevingunum, sum stoyta saman.
Forlagið Fróðskapur gevur bókina út. Bókin er á enskum og er 109 blaðsíður. Hon er ætlað føroyingum og vitjandi í Føroyum, sum vilja seta seg inn í kjakið um grindadráp. Permumyndina hevur Antonio Castello gjørt. Bókin kostar 200 kr. í bókabúðunum.
Facebook viðmerkingar