Nýtt alment vesi tikið í nýtslu í miðbýnum
Farna leygardag varð nýtt alment vesi tikið í nýtslu. Eitt hús er sett upp á spæliplássinum millum Bank Nordik og Suðuroyar Sjúkrahús og her verður so opið allar dagar frá 10:00 um morgunin, til kl. 22:00 á kvøldi.
Innrættingin er gjørd soleiðis, at rørslutarnaði sleppa væl til og frá. Inni á vesinum er eisini skiftiborð til smábørn.
Facebook viðmerkingar