Herjólfur III, sum Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi til at røkja Suðuroyarleiðina, kemur til Føroya seinnapartin í dag.
Skipið fer beinleiðis í dokk á Skála, har tað skal til 30 ára klassing. Hetta tekur væntandi umleið ein mánaða. Tað er í samstarv við íslendingar, at Herjólfur III fer til klassing í Føroyum.
Okkurt smávegis skal gerast við skipið áðrenn tað fer í sigling um hálvan juli, sigur Jóan Petur Abrahamsen við Kringvarpið.
Herjólfur III skal sigla sum farmaskip á Suðuroyarleiðini, og eisini avloysa Smyril í summar, tá hann fer í dokk í Danmark.
Sambært Jóan Peturi Abrahamsen, hevur Strandferðslan undirskrivað neyðugu pappírini um leigu. Nú verður bert bíðað eftir íslendsku undirskriftunum.
Kelda: kvf.fo
Facebook viðmerkingar