Varðin Pelagic søkir eftir starvsfólki til framleiðlsuna at byrja skjótast til ber.
Arbeitt verður í 12 tímars vaktum í seks dagar og so hevur man frí í tríggjar dagar. Arbeiðið er tá fiskur er, og arbeiðið kann tí vera óstøðugt.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna vardin.fo undir “Starv” í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2022.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við onkran av formonnunum á virkinum á tlf. 291786.
Varðin Pelagic er eitt uppisjóvarvirki, ið varð sett á stovn í 2012. Virkið hevur allar nútímans hentleikar og hevur eina av størstu innfrystingarorkuni í Evropa. Felagið hevur alla virðisketuna og kann tillaga krøv og mannagongdir, frá tí fiskurin er veiddur, til vøran er seld. Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, t.e. makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Tað eru umleið 120 fólk til arbeiðis tá framleiðsla er á virkinum.
Facebook viðmerkingar