Hyggja fólk út á fjørðin um middagsleitið í morgin, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón. Uml. kl. 13:00 leggur franska marglætisferðamannaskipið le Bellot at bryggju á Tvøroyri.
Vælveran er í heimsklassa á hesum skipi, ið eisini hevur alla nútímans tøkni umborð. Skipið er bygt í Noregi í 2020, er 131,5 metrar langt, 18 metrar breitt og “cruise”-ferðin er uml. 14,4 míl.
Umborð eru uml. 90 ferðafólk og fara tey útferðir í oynni. Skipið kann taka 184 ferðafólk í tey 92 luksuskømrini og manningin telur 118 fólk.
Meiri kann lesast um skipið her Cruisehttps://en.ponant.com/le-bellot og eisini ber til at fylgja við skipinum á MarineTraffic her
Facebook viðmerkingar