Í morgin, tann 1. juni í ár spælir Martin Restorff Jacaobsen fyri seinastu ferð í Vágs kirkju.
Martin hevur verið fastur organistur við Vágs kirkju, eftir at Niels Nolsøe fór frá vegna heilsu.
Men eitt langt tíðarskeið var eingin organistur í kirkjuni. Tað var rættiliga tungt, hóast góðar forsangarar á loftinum, ikki at hava organist. Kirkjan er stór og tað krevst at hava urguspæl til sálmasangin.
– Tí hvat er kirkjugongd, guðstænastur og aðrar handlingar í kirkjuni uttan urguspæl, tónleik og sang –
Fyrsta februar í 2015 eru vit so heppin at fáa Martin Restorff Jacobsen, fyrrverandi prest, at gerast fastur organistur við Vágs kirkju og hevur hann verið sera trúfastur. Martin hevur silgt um suðuroyarfjørð øll hesi mongu árini, ofta fleiri ferðir um vikuna at spæla til ymiskar tænastur í kirkjuni.
Tað hevur mangar ferðir verið baldrut á sjónum, men tað hevur ikki forað honum í at komi suður. Eg havi sjálv verið í kirkjuráðnum, so eg veit hvussu væl Martin røkti sítt starv. Altíð vælupplagdur og í góðum hýri tá man heilsaðist uppi á orgul pulpiturinum.
Og tað var so lætt at samstarva við Martin. Tað var ikki ofta, men um hann ikki kundi møta sjálvur, so var einki hóvasták av nøkrum, Martin syrgdi sjálvur fyri einum avloysara og konan Birgit hevur eisini verið honum ein hollur stuðul, tey hava ferðast saman og eisini eru tey bæði við í Kirkjukórinum Ljómi. Tað er sjálvandi eisini ein fongur fyri kórið at hava organist við, serliga tá konsertir eru.
Góði Martin, hjartans tøkk fyri tína trúgvu tænastu hesi nógvu árini við Vágs kirkju og blíðan byr framyvir til tykkum bæði, Birgit og Martin.
Ulla Bærentsen, fyrrverandi forkvinna í kirkjuráðnum
Facebook viðmerkingar