Grindabátarnir á ferð

Mánadagin 2. hvítusunnudag fara grindabátarnir í Vági á ferð. Í ár verður róð til Víkarbyrgi.

Aftur í ár fara grindabátarnir á flot, og sum vanligt verða bátarnir flotaðir 2. hvitusunnudag. Byrjað verður kl. 9.30 á Garðabrúgv, har Frelsurnarherurin hevur eina andakt áðrenn farið verður í bátarnar. Klokkan 10.00, ella har á leið, verður róð í móti Víkarbyrgi og mett verður, at túrurin tekur áleið tveir tímar. Allir motorbátar eru hjartaliga vælkomnir við á ferðini hjá grindabátunum til Víkarbyrgis.

Um miðdagsleiti, tá bátarnir hava lagt at í Víkarbyrgi, verður kórsangur frá Sumbiarkórinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til Víkarbyrgi til eina hugnaliga løtu. Í Víkrabyrgi fáa manningin á grindabátunum og tey vitjandi bjóða kaffi, te og vaflur. Høvi er eisini hjá vitjandi at taka matpakka, drekka og sálmabókina við.

Grindabátarnir verða væntandi aftur í Vági umleið klokkan 16.00.

Grindabátarnir verða vanliga mannaðir av eigarunum á einstøkum bátunum. Skuldi tað verði, at onkur bátur ikki verður fult mannaður til túrin, so ber til hjá øðrum at koma á hesar bátar. Til ber at skriva seg á bíðilista á info@vagur.fo og først til mølle er galdandi. Tey sum hava skriva seg á bíðilista fáa mynstringarboð fríggjadagin, seinnapartin.

Um veðrið ikki er til vildar 2. hvítusunnudag, so verða grindabátarnir bert flotaðir á fjørðinum í Vági.

Standa frammi á Garðabrúgv

Grindabátarnir standa frammi á Garðabrúgv frá ónsdegnum og til 2. hvítusunnudag, og almenningurin er vælkomin oman á Garðabrúgv at hyggja at teimum.

Facebook viðmerkingar