Trio Hinumegin Ringvegin v/Kára P á Hymir

Leygardagin 4. juni 2022 verður skipað fyri hugnaligum drekka- og matfagnaði Hymir í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.

Umframt spennandi staðbundnar matupplingar, framsýningar er eisini tónleikur á skránni og verður m.a. konsert við einum av av fólkakæru tónaskaldum okkara Kári P.

Kári P. fer saman við Trio Hinumegin Ringvegin, sum eru mannaðir av Kára P, Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debess, at spæla á Hymir.

Kári P. hevur latið úr hondum tvær útgávur, Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin – og úr rúgvuni er bæði Kalli Kat, Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar Víddir, Meirilutin ræður o.s.fr. vorðnar fólkaogn. Kári P. fekk í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2020 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Leygarkvøldið 4. Juni kl. 21.00 verður konsert við Trio Hinumegin Ringvegin í Stóra Pakkhúsi á Gørðunum. Atgongumerkini verða seld í Stóra Pakkhúsi frá kl. 15 leygardagin, og tað er avmarkað atgongd.

Tað eru suðuroyarfeløgini, Biskupskelda og Matkovin, sum í felag hava tikið stig til staðbundna tiltakið.

Facebook viðmerkingar