Á býráðsfundinum týskvøldið 31. mai 2022 varð roknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri árið 2021 viðgjørdur og samtykur.
Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu í 2021 vóru 68.6 mió. kr. Tá fíggjarætlanin fyri 2021 var samtykt, varð mett, at Vágs Kommuna fór at hava inntøkur á umleið 68.3 mió. kr. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 0,3 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.
Vágs Kommuna gjørdi í 2021 íløgur fyri tilsamans umleið 7.3 mió. kr.
Sum vant, er tekniska øki ein týðandi partur av íløgunum, høvuðsvegur var asfalteraður frá miðbýnum og vestur til Gjógvará og hildið var fram at gera vegastrekkið í Brekkubø, sum er bert manglar at blíva asfaltera. Fleiri av gomlu trælyktapelunum vóru skiftir út við stálpelar og LED ljós; umframt at gongubreytin út á Marknoyri var gjørd liðug.
Eisini onnur øki í Vágs kommunu fingu dagføringar í 2021 millum annað var Páls Høll dagførd við einum nýggjum stórskýggja, tí gamli skýggjin sum var, hevði tant fyri seg. Nýggi stórskýggjin gevur betri møguleikar, til frama fyri svimjukappingar í Páls Høll og hann gevur møguleikar hjá Vágs Kommunu, at lýsa við tí sum Vágs Kommuna skipar fyri. Í Vágs Skúla vóru tey síðstu vindeyguni og hurðarnar skiftar, og harvið eru komið á mál við hesari dagføring. Nýtt hallargólv/sena var keypt til Vágshøll og VB húsið. ABA skipan var sett upp í barnagarðinum Eikilund. ABA skipan er, ein eldávaringarskipan, sum gevur boð beinleiðis til alarmsentralin um eldur er í, hetta burdi verið gjørt, tá Eikilund stóð liðugur í 2013. Í 2021 fekk Vágs Kommuna nýggja heimasíðu, sum hevur hon verið væl móttikin, umframt intranet til starvsfólk hjá Vágs Kommunu.
Raksturin av Vágs Kommunu kostaði í 2021 umleið 57 mió. kr., ein hækkan á umleið 2,4% ella 1,3 mió kr. í mun til raksturin í 2020. Ein partur av vøkstrinum er lønarvøkstur, annars vaks vanligi kommunali raksturin ikki.
Umframt kommunala raksturin, so er Vágs Kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. innan Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy og Barnaverndatænastan í Suðuroynni. Í 2021 kostaði eldraøkið Vágs Kommunu umleið 18,1 mió. Kr. í mun til 17,7 mió kr. í 2020. Inntøkurnar til eldraøkið, koma frá eftirlønargjøldum og frá FAS, DIS o.ø frádráttum, tær vóru í 2021 18,3 mió kr.
Barnaverndartænastan í Suðuroynni kostaðið fyri Vágs Kommunu 2,5 mió kr. í 2021; í mun til 2,1 mió kr. í 2020.
Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2021 var eitt avlop á umleið 3,0 mió. kr.
Í 2021 rindaði Vágs Kommuna 3,6 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2021 var nettoskuldin hjá Vágs Kommunu umleið 49,2 mió. kr. Skuldin stavar í størsta mun frá yvirtøkunum av Páls høll og Marghøllini, sum vóru yvirtiknar í 2019.
Facebook viðmerkingar