Biskupskelda á Hymir

Biskupskelda er minsta ølbryggjaríið í landinum og hevur síðan á vári 2021 bjóðað føroyingum og vitjandi eina øðrvísi ølskrá við serøl av ymiskum slagi. Ein partur av ølúrvalinum hjá Biskupskeldu fæst í Rúsuni, meðan ávísar øl bert eru til keyps hjá Biskupskeldu í Vági.

Á Hymir ber til at royna alskyns øl frá Biskupskeldu, t.d. Huldugentuna NEIPA, Johanna IPA, Snæbørn pilsnar, Skúvanes stout, Beinisvørð og Borgin gull. Eisini verður høvi at smakka nýggju ølirnar, Hymir pale ale og Grindabátar, sum er ein myrk øl við íblástri úr týsku klostur-øl traditiónini.

Kl. 15 leygardagin verður ølsmakking við Biskupskeldu í Stóra Pakkhúsi – kostnaður 200 kr. og tað er avmarkað atgongd. Bílegging fer fram hjá Biskupskeldu á facebook ella á biskupskelda@gmail.com

Eisini verða Biskupskelduølirnar til keyps á Gørðunum leygarkvøldið.

Facebook viðmerkingar