Fríggjadagin 3. juni er altjóða súkkludagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri súkkluátakið í Vági.
Á altjóða súkludagnum skipar Vágs Kommuna Vágs Kommuna og Vágs skúli fyri einum súkkluátakið í Vági. Hendan fríggjadagin heitir kommunan á næmingar um at súkla í skúla, og foreldur eru vælkomin at súkla við børnunum. Súkklurnar skulu nevniliga brúkast í skúlatímunum. Í skúlanum kemur løgreglan á vitjan, har tey greiða frá hvussu ein súkklar í ferðsluni. Aftaná sleppa næmingarnir at royna súkklubreytina hjá skúlanum, sum verður sett á skúlalagnum. Vágs Kommuna bjóðar næmingunum sunkist og frukt á degnum.
Kommunan heitir á bilførarar um at ansað eftir børnunum í ferðsluni.
Súkkluátakið er liður í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Vágs Kommunu, har kommunan arbeiðir við heilsufremjan hjá borgarum. ABC boðskapurin er; ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
Facebook viðmerkingar