Seinastu tvær vikurnar hevur Porkeris bygdarráð skipað fyri útiviku. Hesar dagarnar hava tey hava rudda og fríðka um í bygdini.
Ónsdagin varð eitt nýtt skelti til Porkeris kirkju avdúkað av Ásu Holm, borgarstjóra. Arbeiðið við at útvega skelti er eitt samstarv í millum Visit Suðuroy, Visit Faroe Islands og Porkeris bygdarráð. Talan er um fyrsta skeltið av sínum slag í Føroyum, og er ætla porkeringum og vitjandi í bygdini.
Prýðiliga skeltið er sett upp uttanfyri kirkjuna. Á skeltinum er ein stuttur tekstur um kirkjuna, sum er bæði á føroyskum og enskum. Skeltið er prýtt við íblástri úr vakra træskurðinum í Porkeris kirkju.
Facebook viðmerkingar