Her er loysnin, Uni Rasmussen

Norrøna, Herjólfur og tyrlan kunnu saman loysa avbjóðingina, meðan Smyril er í dokk.  

Løgtingsfólk hava vitað í næstan eitt hálvt ár, at Herjólfur skuldi loysa Smyril av, meðan hann er í dokk. Tað tykist undarligt, at somu løgtingsfólk nú mótmæla. Fyri langari tíð síðan bleiv gjørt vart við, at Herjólfur var ein avbjóðing sum einsamalt ferðafólkaskip, men tað bleiv ikki tikið til eftirtektar. 

Landsstýrismaðurin er heppin, at Norrøna leggur um til heystferðaætlan 20. august. Sostatt er munandi meira rúm fyri eykatúrum. Til dømis er ríkiligt av tíð úr Hirtshals til Føroya um vikuskiftið, og somuleiðis er munandi meira spenn í túrum úr Seyðisfirði til Føroya í heystætlanini, enn tað er í summarætlanini. 

Tí ber tað til – við lagaligheit frá báðum pørtum – at seta einkultar túrar inn millum Havnina og Vág. Tað er upplagt, tí Norrøna hevur fyrr siglt sum avloysaraskip fyri Smyril. 

Nakrir eyka túrar millum Havnina og Vág hevði bøtt munandi um ferðafólkaflutningin. Men tað er treytað av, at fíggjarmálaráðharrin tekur ein fund við Smyril Line. 

Umframt hetta hava okur eina frálíka tyrlu. Hon kundi verið ein loysn til tey, sum skulu av landinum í arbeiðs- ella sjúkraørindum hetta tíðarskeiðið. 

Henrik Old, løgtingsmaður

Facebook viðmerkingar