7 námsfrøðingastørv leys at søkja í Vágs kommunu

Vágs Kommunu søkir eftir sjey námsfrøðingum at byrja í august 2022 í dagstovnaøkinum. Talan er um hesi størv:

  • Námsfrøðingur at starvast 25 tímar um vikuna í Ungdómshúsinum.
  • Námsfrøðingur at starvast 25 tímar um vikuna í Frítíðarskúlanum.
  • Námsfrøðingur at starvast 30/35 tímar um vikuna í dagstovninum Eikilund.
  • Námsfrøðingur at starvast 35 tímar um vikuna í dagstovninum Eikilund, tíðaravmarkað fram til 31. desember 2022.
  • Námsfrøðingur at starvast 30/35 tímar um vikuna í dagstovninum Eikilund, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvið fram til summar 2023.
  • Námsfrøðingur at starvast 30/35 tímar um vikuna í dagstovninum Eikilund, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvið fram til summar 2023.

Eikilund, Ungdómshúsið og Frítíðarskúlin, ið mynda dagstovnaøkið, eru undir somu leiðslu, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.

Okur vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
  • er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
  • tekur ábyrgd og setur tær mál
  • leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo.

Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2022 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar