VESTNORDENFONDEN greiðir frá um lánimøguleikar

Ónsdagin 15. juni klokkan 13:00 kemur Bjartur Nolsøe, stjóri í Vestnordenfonden (Útnorðurgrunninum), at greiða frá um lánimøguleikar.

Virksemið hjá Vestnordenfonden er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og í Grønlandi. Eftir eina stutta framløgu er møgleiki at fáa eitt prát við Bjarta um lánimøguleikar.

Tiltakið er ætlað íverksetarum, smáum og miðalstórum fyritøkum, og verður í Miðlatúni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar