Radaramálið hevur enn einaferð prógvað, at vit hava ikki fólkaræði í Føroyum. Hetta er okkara land. Vit liggja í tí mest strategisk týðandi økinum í Norðurhøvum. Og vit hava allar møguleikar at taka avgerðir og ábyrgd sjálv sum ein javnsett tjóð í heiminum, og at byggja okkara egnu loysnir.
Hetta snýr seg ikki um, at vit sjálvsagt eru partur av vesturheiminum. Hetta átti als ikki at snúð seg um Danmark og Føroyar. Hetta megna vit sjálv. Og vit kunnu gera okkara egnu avtalur við Nato og onnur lond um tað, ið fer fram í okkara egna landi, sjógvi og loftrúmi.
Men ferð eftir ferð boygnar politiska skipanin fyri trýsti og leggur seg undir avgerðir, ið onnur hava tikið. Sum ein finna í einum talvi. Uttan nakra demokratiska viðgerð á tingi ella vegna tað fólkið, ið býr her. Og uttan at taka ábyrgd av okkara viðurskiftum við umheimin.
”Spjað og valda”, er eitt kent fyribrigdi í heimssøguni. Og tað riggar hvørja ferð í Føroyum: Bæði samgonga og andstøða spjaðast av trýsti uttanífrá, og flokkar skulu vera loyalir móti einum øðrum parti og eini politiskari skipan, sum vit ikki sjálv hava valt.
VIT GERA NAKAÐ VIÐ TAÐ
Men sjálvandi ber tað til at gera nakað við tað.
Vit mugu sjálvandi leggja avgerðirnar um hernaðarmál fyri Løgtingið at taka støðu til. Annars verður føroyskur uttanríkispolitikkur jú bara tilvild og hevur onki demokratiskt grundarlag. Um vit halda, at hetta gongur, at ein landsstýrismaður skrivar undir avtalur um hernaðarmál, uttan lógliga heimild og avgerð frá løgtinginum – ja, hvat so um eitt annað landsstýrisfólk hevði skrivað undir avtalu við Putin um hernaðarmál uttanum Løgtingið? Hevði nakar góðtikið tað?
Sum formenn og forkvinna í andstøðuflokkunum søgdu í tíðindaskrivi 30. apríl í ár:
“Tað ber ikki til at siga seg verja demokratiið við at taka ódemokratiskar avgerðir. Løgtingið hevur ongantíð givið nakra heimild til, at hernaðarútgerð kann setast upp í Føroyum. Hendan avgerðin er ein so mikið grundleggjandi avgerð fyri eitt land og eitt fólkaræði, at hon sum minstamark eigur at leggjast fyri Løgtingið.”
VIT HAVA BÆÐI VITAN OG FÓLK
Og vit kunnu sjálvsagt sjálv samráðast við øll onnur lond og Nato, og gera avtalur um at seta upp og reka ein radara.
Vit eiga so nógv góð fólk, sum langt síðani hava arbeitt hart og gjørt uppskot til politisku flokkarnar. Í hesum valskeiði hava tvær ferðir lógaruppskot verið løgd fyri Løgtingið um at taka loftrúmið undir føroyskt ræði.
Har hava føroysk fakfólk lagt fram, hvussu vit kunnu fíggja og reka ein bæði ”passivan” og ”aktivan” radara. Og hvussu hetta kann menna okkum sum tjóð og byggja arbeiðspláss, førleikar og ábyrgd. Júst sum tá ið vit hava ment okkara egnu tilbúgving, fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging, okkara egna flogfelag og nú eisini egna veðurstovu.
(Tey, ið vilja kunna seg um alt hetta tilfarið kunnu finna uppskot og skjøl á hesum leinki: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10014
So tað er ikki at fella í fátt: Vit skulu bara halda á. Vit skulu sjálv. Og sjálvandi megna vit tað – saman.
Høgni Hoydal
Facebook viðmerkingar