Í vár hevur FabLab í Vági havt vitjan av einum FabLab evnara. Burturúr vitjanini kom m.a. ein skattaveiða, har fólk kunnu loysa ymsar gátur í Vági.
Í gjøgnum Nora verkætlanina, In Residence in the Arctic, søkti FabLab Vágur eftir einum FabLab evnara (enskt: maker) til at starvast á FabLab í 6 vikur. Ein av umsøkjarunum var Navid O’Lari úr Belgia. Í 6 vikur hevur Navid og Tina Tausen, leiðari, undirvíst lærarum í Vágs skúla og næmingunum. Umframt undirvísingina, so hava Navid og Tina arbeitt við serligum verkætlanum. Ein av hesum verkætlanum var ein skattaveiða í Vági.
Skattaveiðan er bygd á søguna um húskallin Snæbjørn, sum kom í ónáðir við valdsharrarnar í Føroyum. Snæbjørn mátti fjala seg í fjøllunum í trý ár og til síðst flýddi hann av oynni á einum skipi. Skattaveiðan er ætla øllum, bæði vágbingum, suðuroyingum og vitjandi. Skattaveiðan er á bæði føroyskum og enskum málið. Uttan av avdúka ov nógv, so snýr skattaveiðan um, at loysa gátur ymsa staðni í Vági. Klárar ein at loysa allar gáturnar, so fær viðkomandi atgongd til eina skjáttu. Í skjáttuni liggur okkurt goymt.
Kortið til og kunning um skattaveiðuna fæst hjá Visit Suðuroy í Vági og talgilt á hesum leinki.
FabLab, Vágs Kommuna, Visit Suðuroy og Navid O’Lari vóna, at skattaveiðan verður væl móttikin. Skattaveiðan legst afturat teimum mongu upplivingunum í Vági.
Facebook viðmerkingar