Tann 1. mai í ár var fólkatalið 53.941 og vaks sostatt við 687 fólkum seinasta árið. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3%. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.
Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6%, og seinastu árið var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini her.
Facebook viðmerkingar