Nýtt staklag frá Deiggj

Hví grætur tú” er heitið á nýggja staklagnum hjá Deiggj, sum kemur út ónsdagin 15. juni. Lagið verður at hoyra á Spotify og Apple Music, Youtube o.ø tónleikapallum. 

Deiggj hava síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP´in kallast TÍÐ. Fyrsta lagið sum kemur út alment, er sangurin  “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur. Orðasmiður er Fróði T. Vestergaard, sum somuleiðis hevur skrivað lagið.

Nýggja staklagið “Hví grætur tú” snýr seg um jørðina, sum grætur. Jørðin fortelur tí ið spyr, hví hon grætur og hvat skal til, fyri at fáa lívið og gleðina aftur. Guðrun syngur m.a. í endanum á lagnum “gev børnunum jørðina aftur” og til síðst hoyra vit fleiri smábørn syngja “hugsið um dagin í morgin” saman við Deiggj og Guðrun.

Í byrjanini á sanginum hoyrast lógvabrestir og fagnaður tá rúmdarferjan Perseverance lendir á gongustjørnini Mars, hetta er tann 18. februar 2021. Júst hetta kvøldið sótu nakrir í Deiggj og arbeiddu við kórstemmum, meðan lurtað varð eftir lendingini á Mars, sum varð stroymd. Kanska ein andsøgn at nýta milliardir av peningi at lenda á Mars, samstundis sum sagt verður, at vit ikki hava “ráð”, at steðga dálkingini á okkara egnu jørð.

Eftir at hava roynt nógvar ymiskar loysnir við hesum lagnum, varð Guðrun Sólja spurd, um hon vildi royna at syngja lagið saman við Fróða T. Vestergaard. Fyrstu ráðupptøkurnar riggaðu sera væl, tí júst hennara rødd og sangteknikkur var tað sum klæddi hesum lagnum og so er Guðrun, eins og Deiggjararnir, fødd og uppvaksin á Tvøroyri.

Lagið “Hví grætur tú” hevur í mong ár ligið á “skriviborðinum” ella í skuffuni. Tíverri er teksturin enn aktuellur, kanska meira enn hann var síðst í 80´unum, tá hann bleiv skrivaður.

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen.

Teir sum spæla við á lagnum “Hví grætur tú”, eru Páll Lave – el gittar og 12 streingjaðan kassagittar, Pætur Mohr Dam – Fender Roads og synth, Fróði Vestergaard – sang/kór, kassagittar og MEMOTRON, Sverri Heinesen – bassgittar og Rani H. Christiansen – trummur. Gestatónleikari er Niklas Sjøbæk Jørgensen – tamburin o.a.. Niklas er versonur Fróða og spælur dagliga við danska bólkinum Red Lama. Umframt teir omanfyrinevndu, syngur Dennis Lave fleiri av nýggju løgunum og er høvuðssangari á staklagnum, sum kemur út í september.

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Benjamin Petersen hevur tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen havastaðið fyri framleiðsluni.

Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville

 

Deiggj var 40 ár í 2021. Hetta varð hátíðarhildið við konsert í SALT, har spælt varð fyri fullum húsum. Í Deiggj eru enn 4 av upprunalimunum frá 1981.

Í barnakórinum hjá Guðrun eru: 

Emma Gyða Jamesdóttir, Thit Aakerman, Alexandra Ingudóttir Blak, Tinka Tróndardóttir Sørensen, Stella Djurhuus á Neystabø, Ria Arge Jacobsen, Rán Blak Øster, Anny Mikaelsdóttir Blak, Unnur Tróndheim Johansen og Hildur Tróndheim Johansen.

Ein slík LP útgáva er kostnaðarmikil. Deiggj takkar tí Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar Kommunu, sum hava stuðlað útgávuni eins og Koda-Føroyar grunninum og Gramex Tónleikarar.  

Facebook viðmerkingar