Jóansøkan 2022:
Har kom maður av bergi oman,
við sterkum boga í hendi,
jallurin av Ringaríki,
hann meg higar sendi.
Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna.
Ormurin Langi má vera tað kvæðið, sum allir føroyingar kenna best og kunnu vera við á gólvið, tá ið hetta rungar í høll. Søgan er ógvuliga góð og spennandi, serliga ein av hetjunum í kvæðinum, Einar Tambarskelvur setur sín serliga dám á gongdina, tá hann tríggjar ferðir roynir at raka Eirikk jall, men allar royndir miseydnast. Hvørgin Einar ella Eirikkur eru feigir, tí koma báðir livandi úr bardaganum. Tá bardagin er av við Svoldur, Eirikkur jallur hevur vunnið og „tekur róður í hond“, tá gevur hann Einari grið. Seinni giftist Einar við systur Eirikki jalli, Bergljót, og verður mætur maður í Noregi. Hann fekk tó ongantíð heitið „jallur“, hóast hann ætlaði sær tað.
Einar varð føddur í einari lítlari bygd sunnanfyri Trondheim um ár 980, og hevur tí verði bert umleið tjúgu ára gamal, tá ið hann stendur í krapparúminum á Orminum.
Einar hevur verði ein snúðin politikari. Hann tænti fyrst hjá Ólav Tryggvasyni, síðani Eirikki jalli, og tá so Ólavur Haraldson, betur kendur sum Ólavur hin Heilagi vinnur Noregis krúnu, fer hann í part við Ólavi. Tá so Ólavur fellur, er hann ein av teimum, sum er við at krýna son Ólavs, Magnus, til Noregis kong.
Einar er tó ikki væl lýddur av øllum, umleið ár 1050, verða Einar og sonur hansara, Einríður, myrdir. Einar var tó so mætur maður, at hann liggur jarðaður í Nidarós dómkirkju.
Góðan skipara
Jómsvíkingar hava verði í teirri hepnu støðu, at hava átt ein, sum í mong ár hevur megnað at skipa Ormin Langa so væl, at neyvan ger nakar honum hetta eftir. Niclas Thomassen, ella Niclas hjá Sigrid, sum okur vanliga rópa hann, hevur sum eingin fingið Ormin at gingið so væl, at tað hevur verði ein fragd at verði uppi í og hjálpt til. Og hóast hann er farin væl upp um tey áttati árini, so megnar hann enn at fáa Ormin at runga í høll.. øll tey 86 ørindini.
Um Jómsvíkingar
Dansifelagið Jómsvíkingar varð stovnað 21. desembur 1976, og varð fundurin hildin í Framtíðini. Væl av fólki vóru møtt upp, og fyrsta nevndin skipaði seg við Andrias Petur Jacobsen, sála, sum formanni.
Í 1986 keypti felagið gamla verkstaðin hjá Dion Nólsøe, og umbygdi hann til dansihøli, sum fekk glæsiliga navnið Jómsborg.
Jómsvíkingar hava í dag ein ungan formann ella forkvinnu, Mikalu Vilhelm, tí liva okur í vónini um, at felagið hevur eina bjarta framtíð. Fráfarandi forkvinnan Mikala í Trøðini hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri felagið. Jómsborg er í sera góðum standi, og hon hevur verði við at fyriskipa nakrar Landsdansistevnur, men størsta bragdi var, tá ið Barnalandsdansistevnan varð fyriskipað í VB-húsinum og Vágs-høll. Um fýrahundrað børn, ung og vaksin høvdu leitað sær suður til Vágs, men væl gekk, og alt var væl fyriskipað.
Nakað um føroyska dansin
Tosa okur um kvæðir so mugu okur eisini tosa um føroyska málið. Sum øllum kunnugt, so komu fyrstu niðursetufólki til Føroya úr Noregi, umleið ár 800-900. Tey tosaðu norrønt, fyrsta dømi um, at føroyskt er um at gerast sjálvstøðugt mál, finst í Seyðabrævinum frá 1298. Hugsið tykum, allir myndugleikar, prestar og embætisfólk tosaðu danskt, danskt verður skrivað í øllum viðurskiftum, danskt í skúlunum og kirkjuni. Føroyskt er bara heimamál, til húsbrúk, sum man sigur. Føroyskt var næstan komi á gravarbakkan. Ótrúligt, at okur hava fóta okum, sum føroysk menta tjóð. Føroyingar sungu á donskum, men teir kvøðu á føroyskum, tí er tað, at sagt verður, at kvæðini bjargaði føroyska málinum, tí skulu okur vera góðir við kvæðini og læra tey væl og virðiliga.
Føroyski dansurin er heilt gamal, stavar frá miðøld, og hevur verði vanligur í stórum parti av Evropa, men nú á døgum eru tað bara føroyingar, ið dansa henda dans. Tann fyrsti, sum skrivar um føroyskan dans, er ein sum verður nevndur Jón Indiafari, hetta er í 1615, tá hann var á ferð í Føroyum. Tað stuttliga við dansinum er, at tá dansurin byrjar, tá eru tað tvey, trý sum fara upp á gólv, so veksur ringurin, og er tað eitt kvæði, ið næstan øll duga, so verður ringurin stórur, men er tað eitt nøkulunda ókent eitt, so er ringurin nakað minni. Í øldir hava kvæðini verði lærd munn av munni, foreldrini, ommur og abbar lærdu børnini tey kvæði, ið tey dugdu uttanat. Soleiðis kundu tey varðveitast og at endi vóru tey skrivaði niður.
Aldri uppá síðuna av skiparanum. Tá ið komið er í føroyskan dans, og ætlanin er at fara uppí ringin, skal hyggjast eftir, hvar skiparin er. Tað má ongantíð farast uppí við síðuna av skiparanum. Oftani eru tað tvey ella fleiri sum hjálpast, tí skal roynast at halda avstand frá teimum. Um roynt verður at troka seg uppí ringin við síðuna av skiparanum, kann tað órógva so mikið, at hann kann missa tráðin, og so støðgar kvæði upp.
Komandi ár verður aftur tunnusláttur í Jómsborg. Mong eru tey, sum hava saknað tunnuslátturin á føstulávint í Jómsborg, men komandi ár verður aftur lagt til brots, bæði fyri ung og gomul. Kattakongarnar fáa stórt steyp, børnini sunkist og okkurt søtt afturvið. Hjá teim eldru gera vit nógv burturúr. Eftir tunnuslátturin er borðhald og mergjaður sangur afturvið. Eftir steypahandanina verður nógv sungið, síðan gongur dansurin lystiliga.
Øll eru vælkomin í føroyskan dans á jóansøku.
Facebook viðmerkingar