Leygarmorgun 18. Juni kl. 11.00 bleiv nýggi parturin av kirkjugarðinum í Vági vígdur.
Tað var Patrick de Neergaard, prestur, sum vígdi kirkjugarðin. Siður er, at tað verður gingið tríggjar ferðir runt um tann partin, sum verður vígdur, meðan sungið verður.
Aftaná túrarnar runt um kirkjugarðin, læs presturin Sl. 90,1-4 og fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna 15,1-2a og 3-4 og 19-22 og 40-44a og 49 og 53-57.
Nýggi kirkjurgarður, sum hann verður róptur, bleiv vígdur í 1970 og aftur í 2009, hevði bert nøkur fá gravarpláss eftir. Jón Vilhelm, gravari, sigur, at tað eru 730 gravir í grivnar í nýggja kirkjugarðið, og tann parturin, sum bleiv vígdur í dag, hevur pláss til 720 gravir.
Facebook viðmerkingar