Dámar tær at arbeiða við fólki? At møta teimum, har tey eru, og vegleiða tey, so teirra dagur bara gerst enn betri? Liggur tað tær til høgra beini at samskipað og miðla? Jamen, so hava okur eitt super summarferiustarv! Miðlatún og Visit Suðuroy søkja eftir summarferiuavloysara at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðið fevnir um;
- kundamóttøku í borgaratænastuni hjá Vágs Kommunu og Visit Suðuroy
- framleiða kunningartilfar til ymsu miðlarnar hjá Vágs Kommunu og Visit Suðuroy
- fyriskipað smærri og størri tiltøk
- vera við í menningararbeiðinum um kommununi og Visit Suðuroy
Okur vænta, at tú;
- ert tænastu sinnað/ur og fyrikomandi
- hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða
- ert toymissinnað/ur, men dugur at arbeiða sjálvstøðugt
- ábyrgdafull/ur og kreativ/ur av lyndi
- sært møguleikar í tí, sum er, ella tí, sum kundi verið í Vági
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt eftir sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn og spurningar
Tú kanst senda umsókn og avrit av lívrensli og viðkomandi prógvum til vagur@vagur.fo. Freistin er 1. juli kl. 12.00.
Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Magnus Paula West á telefon 23 93 92.
Facebook viðmerkingar