Fríggjadagin, jóansøkudag kl. 18, hevur Kirkjukórið Ljómur konsert í Vágs kirkju til minnis um brøðurnar Niels og Jóannes Nolsøe.
Brøðurnir Niels (føddur 23. nov. 1937 – andaðist 9. Des. 2016 ) og Jóannes (føddur 24. juni 1942 – andaðist 27. nov. 2020) vóru hvør í sínum lagi varðar í søguni hjá kórinum, kirkjuni, musikkskúlanum, bygdini og landinum.
Teir vuksu upp í stórum barnaflokki, har kirkjan var kjølfestan. Báðir byrjaðu sum pumparar við gamla Knud Olsen orguna, tá ið Ella hjá Dion var uppi á døgum. Niels spældi urgu frá óvitaárum og líka til hann legði árarnar inn. Okkurt skiftið var hann eisini kórleiðari. Jóannes gekk í fótasporum bróðursins. Hann fór av oynni, tók læraraprógv og og var urguspælari í Havn eitt langt áramál. Tá ið nýggja urgan kom í 1983 vendi Jóannes heim aftur til Vágs sum organistur og kórleiðari í Kirkjukórinum Ljómi. Hóast hann seinri flutti til Skagen, so vitjaði hann aftur av og á. Musikkskúlin og Ruth Smith Savnið vóru eisini hansara hjartamál.
Aftaná konsertina fer kórið at støkka inn á gólvið í Gamla Skúla.
Jóannes var føddur á jóansøku í 1942 og hevði tískil verið fyltur 80 ár.
Facebook viðmerkingar