
Leygardagin 4. juni var á fyrsta sinni skipað fyri drekka- og matfagnaðinum Hymir í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.
Við fjøltáttaðari skrá, sum fevndi um alt frá felagsmáltíð við føroyskum rávørum, forkunnug øl- og vínsmakking, øðrvísi listaupplivingar, konsert og aðrir hugnaligir tættir, varð økið á Gørðunum latið í “Hymir ham” leygardagin, 4. Juni.
Høvuðsendamálið við Hymir er at fagna margfeldið av hágóðskuvørum, sum føroyskari framleiðarar lata úr hondum. Til Hymir vóru veitarar úr øllum landinum – úr Norðoyggjum, vestur í Vágar og sjálvandi kring Suðuroynna – og vitjandi fingu eina annarleiðis forkunnuga uppliving í hugnaliga umhvørvinum á Gørðunum í Vági.
Lunnar eru lagdir undir eitt hugnaligt og áhugavert tiltak, og fyriskipararnir, Biskupskelda og Matkovin, gleða seg til at bjóða framleiðarum og gestum til Hymir 2023, sum verður aftur á Gørðunum komandi summar.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá Hymir 2022 – og fleiri myndir eru eisini at finna á facebook-vanganum Hymir.
Myndirnar tók Jóni Brandsson Christiansen.
Facebook viðmerkingar