KVF: Reiðaríið, sum hevur átt uppsjóvarskipið, Ango, í eitt knapt ár, hevur gjørt av at keypa uppsjóvarskipið, Hoffell, í staðin. Skipið verður riggað til makrelfiskiskap, og ætlanin er at byrja túr í næstu viku.
Hofell, sum eisini fer at eita Ango, er væl betri skip enn Ango, sum nú fer úr flotanum.
Reiðaríið Asbjørn í Hirtshals hevur selt Hoffell til Føroya, og keypir samstundis Ango.
Prísmunurin er seks milliónir kr., sigur Heri Godtfred, skipari, sum er staddur umborð á fyrrverandi Ango, á veg til Hirtshals. Lesið meiri her.
Facebook viðmerkingar